2014-11-14 17:45
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Finnur Fríði, sum hevur verið á makrelveiðu vestur úr Hetlandi, fór í nátt at sigla heim við 600 tonsum, sum teir skulu landa á Tvøroyri.
Finnur Fríði verður á Tvøroyri í kvøld, har teir sleppa framat at landa beinanvegin teir eru komnir inn.
Vit tosaðu umborð fyrr í morgun, teir eru nú komnir í føroyskan sjógv, har er sama veður sum her, eitt fitt lot av landsynningi. Støddin á makrelinum liggur um 360 gramm.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald