2020-10-07 15:05
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Finnur Fríði siglir inn av sildafeltinum við 1.600 tonsum av sild, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic í morgin - í løtuni landar Tróndur í Gøtu á Tvøroyri, teir verða liðnir á middegi í morgin og tá sleppir Finnur Fríði framat.
Vit tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir hava bara roynt í føroyskum sjógvi norðanfyri, sildin er góð, tað er ikki nógv æti í sildini, støddin knappast um 400 gramm.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald