Vinna

Finnur Fríði og Havstovan skulu gera kanningar eftir makreli

...

2014-07-10 01:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Finnur Fríði ger ekkókanningar saman við Havstovuni, har kannað verður hvussu nógvur makrelur svimur í føroyskum sjógvi.

Tað er eitt öki sum fevnir um 2,5 milliónir ferkilometrar í norskum, föroyskum og íslendskum sjógvi, sum skal kannast fyri makreli. Kanningarnar eru skipaðar sum felagskanningar saman við einum íslendskum og tveimum norskum rannsóknarskipum, har hövuðsendamálið er at kanna nøgdirnar av makreli og útbreiðsluna av makreli um summarið, tá hann er í norðurhøvum fyri at finna sær føði.

Umframt vanligu manningina, eru í hesum døgum fimm fólk frá Havstovuni við Finni Fríða, har tey umframt at kanna nøgd og útbreiðslu av makreli í føroyskum sjóøki, kanna hvat makrelurin etur og aggrigering av makrelinum. Makrelurin gongur vanliga í yvirflatuni hesa tíðina á árinum, so trolað verður í yvirflatuni, niður á 30-35 metra dýpi, á føstum støðum, fyri umleið hvørjar 60 fjórðingar.

Kanningarnar hava nú verið gjørdar í nøkur fylgjandi ár, og roynt hevur verið at gera kanningar so eins um möguligt í Norra, her í Föroyum og í Íslandi. Til dömis at brúka sama trol (Multpelt 832) og somu tovferð, standard wirar, lemmar og somu hædd og vídd o.s.fr.

Skipini, sum verða við í kanningunum eru tey norsku ???Brennholm??? og ???Vendla???, og föroyski ???Finnur Fríði??? og íslendski ???Arni Fredriksson???.

Normenn skulu fevna öki norðaliga av Norskahavinum, ein part av Barentshavinum. Kortið vísir hvar Finnur Fríði skal gera kanningar, og íslendingar royna síðan vestureftir heilt til Irmingarhavið í grönlendskum sjógvi.

Spennandi verður at frætta nærri um úrslitini, tá kanningarnar verða lidnar seinni í juli. ??rslitini frá felagskanningunum verða brúkt á stovnsmetingarfundi av makreli, samskipað av ICES, seinni í summar.

Kelda: Vardin.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder