Vinna

Finnur Fríði landar sild til Pelagos

...

2020-10-03 10:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Beint eftir midnátt kom Finnur Fríði á Fuglafjørð, har teir í løtuni landa sild til Pelagos.

Finnur Fríði hevur henda túrin roynt í íslendskum sjógvi, og hava teir henda túrin fiskað 1200 tons av sild. Støddin á sildini liggur um 380 gramm í miðal.

Tá ið liðugt er at landa, fara teir aftur á sildaveiðu, men fara í føroyskan sjógv at royna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder