2021-10-24 09:18
Finnur Fríði kemur í skrivandi stund á Tvøroyri við 1.400 tonsum av sild, sum teir hava fiskað í íslendskum sjógvi.
Sildin hevur staðið tætt við land, har føroysku skipini ikki hava loyvi at fiskað, men nú er sildin komin longur út.
Í løtuni eru 6 føroysk skip á sildaveiðu í íslendskum sjógvi - Norðborg, Tummas T., Gøtunes, Tróndur í Gøtu, Borgarin og Jupiter.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald