Vinna

Finnur Fríði landar svartkjaft til matna á Tvøroyri

...

2021-01-05 23:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Finnur Fríði kom á Tvøroyri tíðliga í kvøld við 800 tonsum av svartkjafti, sum teir landa til Varðan Pelagic, svartkjafturin verður heilfrystur á virkinum á Tvøroyri.

Teir hava roynt sunnast í føroyskum sjógvi, har øll tey føroysku skipini eru stødd í kvøld, eisini eru íslendsk og russisk skip har á leiðini, beint sunnanfyri markið eru nógv ES-skip

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder