2015-02-17 17:04
Finnur Fríði er farin at sigla undan Ísland við 700 tonsum av lodnu, sum teir skulu landa á Tvøroyri - Finnur Fríði kemur á Tvøroyri til arbeiðstíð í morgin.
Á Varðin Pelagic siga tey, at lodnan verður heilfryst á virkinum.
Finnur Fríði landaði á Faskrúðsfirði sunnudagin, teir fóru aftur til fiskiskap seinnapartin í gjár.
Lodnan er nú komin eystum, í morgun er tey flestu skipini stødd tætt norður úr Høfn, har er m.a. Norðborg. Norðborg landaði heilfrysta lodnu á Reyðafirði um vikuskiftið.
Tróndur í Gøtu og Fagraberg eru ávegis til Ísland, teir verða báðir á fiskileið í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald