2014-09-21 00:43
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Finnur Fríði, sum hendan túrin hevur samtrolað við Fagraberg norðanfyri, kemur á Tvøroyri í kvøld við góðum 1.400 tonsum av makreli, teir verða á Tvøroyri kl. 21.
Tað hevur viðrað væl norðanfyri - veðrið hevur verið gott og nógvur makrelur at síggja.
Tróndur í Gøtu hevur landað á Tvøroyri, teir loystu fyri tveimum tímum síðan og eru ávegis norðuryvir, so Finnur Fríði sleppur framat beinanvegin teir koma inn. Tað tekur tvey døgn at landa Finnur Fríða.
Christian í Grótinum, sum hevur landað til Havsbrún í dag, er eisini ávegis norðuryvir. Sí grein her:
Jupiter hevur landað til Pelagos í Fuglafirði, teir eru í løtuni ávegis út á Sandoyarbankan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald