2015-03-26 03:49
Finnur Fríði, sum hevur verið til svartkjaftafiskiskap vestur úr Írlandi, er í kvøld varin at sigla við 2.000 tonsum.
JN.fo tosaði umborð fyri løtu síðan, veðrið var gott á leiðini har teir vóru, eitt lot undan. Enn er ikki avgjørt, um teir landa í Føroyum til Havsbrún, ella teir fara til Norra við veiðuni, tað verður avgjørt fyrrapartin í morgin.
Á leiðini vestur úr Írlandi eru Slættaberg og Tummas T, har eru eisini nøkur norsk skip, umframt ES-skip.
4 føroysk skip eru á leiðini vestur úr Hebridinum, á uml. 54N og 14V.
Uppd. 26. mars: Finnur Fríði fer til Egersund í Norra av landa veiðuna hendan túrin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald