2014-08-04 02:21
Í løtuni landar Finnur Fríði 1.200 tons, teir verða liðnir í nátt kl. 2, tá skal Grunnabarð landa 300 tons, teir komu á Tvøroyri fyrr í kvøld og í morgin kemur Fagraberg við 800 tonsum.
Tað gongur væl á virkinum á Tvøroyri, nú teir hava startað upp aftur, onkrir smáir trupuleikar vóru teir fyrstu dagarnar, men nú koyrir tað væl, verður sagt av Tvøroyri.
Myndirnar hevur Reidar Simonsen tikið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald