2021-09-10 12:43

Í gjár vóru fimm nýggir tilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Smittukeldan er kend í trimum førum, í einum føri er smittukeldan ikki kend og ein persónur fekk staðfest smittuna við kanning á fjórða degi eftir komu til Føroyar.
124 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 30 smittað í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald