JN

FIMFF ynskir at skapa kjak og økja vitanina um minnilutar

...

2018-09-06 07:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Farna vikuskiftið varð Faroe Islands International Minority Film Festivalurin (FIMFF) fyri aðru ferð á skránni. Eitt av tiltøkunum á árliga filmfestivalinum var eitt ungdómstiltak í Norðurlandahúsinum fríggjadagin, har ymiskir fólkaskúlar vórðu bjóðaðir til ?????ttarlið programmið??? hjá FIMFF. Yvir 200 næmingar og lærarar frá framhaldsdeildum valdu at luttóka í tiltakinum, har filmur og framløgur, sum snúðu seg um minnilutar, inklusjón og fjølbroytni í samfelagnum, vóru á skánni.

Tey ungu vóru ágrýtin og hýrurin var góður í salinum. Tey vístu tiltakinum stóranáhuga, og stóðu tey ungu ein tíma eftir, at tiltakið var av og tosaðu víðari viðfyrilestrahaldararnar. Alt í alt eitt væleydnað tiltak, hóast tað sjálvandi altíð er rúmfyri menning av tiltakinum, sum var fyrstu ferð á skránni í ár. 

Seinasta døgnið hevur tó eitt uppslag ferðast runt á Facebook og síðani fingið rúm íføroysku miðlunum, har roynt verður at seta tiltakið í ringt ljós, eins fleiri skeivirupplýsingar verða sendir víðari sum fakta og tíðindi. FIMFF vil tí fegin koma viðfylgjandi rættingum og upplýsing um umtalaða tiltakið.

Hvat var á skránni 

Á skránni var dokumentarfilmurin KIKI, sum snýr seg um ungdómar í New York, sumvegna teirra kynsligu sannføring ella samleika, eru vorðin heimleys, og hava funniðnýggjan felagsskap við onnur gjøgnum dans, sokallaða voguing. Hetta er ein svensktframleiddur filmur, sum verður nýttur sum undirvísingartilfar í londunum kringokkum. Eitt nú er filmurin partur av filmpedagogisk kategori hjá Svensk Filmsinstitut(SF) í Svøríki. 

Síðan vóru framløgur við tveimum fyrilestrarhaldarum, sum báðar umboðaðu hvør sín minniluta. Tann eina var føroyska Cecilia Jacobsen, sum tosaði um hvussu tað varat vera happa allan sín barndóm, tí hon sum tvørkyndur føroyingar var øðrvísi ennhini skúlabørnini. Hon tosaði um, hvat happingin gjørdi við hana, hvussu honmegnaði at koma víðari og týdningin av at standa við hvør man nú einaferð er.Hin framløgan var frá Daniella Nahor úr Danmark, sum greiddi frá hvørjaravbjóðingar hon hevði sum jødi, og soleiðis ein átrúnaðligur minniluti í Danmark, oghvussu tað var at koma til landið sum flóttafólk, hvussu hetta hevur merkt hennarafamilju í fleiri ættarlið og hvussu tað var hjá henni sum jødi at vera gift við einummuslimi. 

Í byrjanini og eftir tiltakið fingu tey ungu síðani nakrar spurningar, sum vóruviðkomandi fyri filmin og fyrilestrarnar. Tey ungu vóru biðin um at stilla seg á einskala millum ja og nei, har ein strika varð merkt á gólvinum. Tey skuldu soleiðisstillaðu seg har, tað samsvaraði mest við teirra meining, uttan at siga nakað ímeðan.Hetta vóru stuttir og greiðir spurningar, sum snúðu seg um samleika, átrúnað,kynsliga sannføring og etnisitet. 

Ført var fram í uppslagnum á Facebook, at børnini soleiðis vóru útsett fyri bólkatrýstiog kendu seg noyddan at svara tað eina ella tað annað. Mannagongdin var tann, attað bleiv frá byrjan gjørt greitt, at tað var onki rætt ella skeivt svar. Tað gekksomuleiðis skjótt fyri seg, har tey fingu tíggju sekundir at svara, áðrenn farið varvíðari til næsta spurning. Ongin var biðin um at grundgeva fyri hví tey stóðu, har teystóðu.

Hetta er ein námsfrøðiligur arbeiðsháttur, sum verður nýttur í bæði fólka- ogmiðnámsskúlum í Danmark og øðrum vesturlondum. Arbeiðshátturin verður vældámdur nevnliga tí, at hesin minkar um bólkatrýst við tað, at tey bert skulu svara jaella nei við at stilla seg á eitt ávíst stað, uttan at vera noydd at argumentera fyriteirra meiningar og soleiðis kenna seg útstillaði.

Aðrar rættingar 

Talan var somuleiðis um eitt frívillugt tiltak, har næmingarnir ikki høvdu møtuskyldu,og upplýstu flestu skúlarnar framhaldsnæmingarnar væl um hetta fría valið áðrenntiltakið. 

Nógv umtalaða uppslagið nevnir eisini fleiri ferð, at hetta var talan um eitt LGBTtiltak. Hetta er ikki rætt. Tað er FIMFF, sum var fyriskipari av tiltakinum, meðan LGBTFøroyar hvørki er partur av tiltakinum ella festivalinum sum heild. 

Eisini varð rørt upp undir, at tiltakið í Norðurlandahúsinum var propaganda og ???lada???við tað, at tað bert varð lýst frá sjónarhorninum hjá minnilutabólkum, og tað soleiðisá onkran hátt manglaði mótvekt. Men innihaldið á hesum tiltakinum var ein mótvekttil vanliga gerandisdagin hjá næmingum í skúlunum og í samfelagnum annars, sum íallarflestu førum tekur útgangsstøði í tí stóra meirilutanum, sum hesir næmingarnardagliga mynda og virka í.  

FIMFF hevur serkunnleikan innan hetta økið og kann veita vitan og atgongd tilymiskar minnilutabólkar, sum vanligir fólkaskúlalærar ikki hava. Lógin um fólkaskúlaneggjar somuleiðis skúlum til at læra næmingar um ymiskar mentanir og at grundaundirvísingina m.a. á andsfrælsi, tollyndi og javnvirði. Av tí sama metur FIMFF, at taðer upplagt og sera væl hóskandi hjá framhaldsdeildum í Føroyum at taka av tilboðumsum hesum, og eru vit sera fegin um teir skúlar og lærarar, ið góvu sínum eldrunæmingum henda møguleika. 

FIMFF virkar fyri inklusjón og fjølbroytni 

?????ttarlið programmið??? hjá FIMFF, ið var á skránni síðsta fríggjadag, hevur tilendamál at veita kunning og vitan til okkara ungdóm, sum kann skapa vón fyri einiframtíð, har vit fáa eitt enn meira fevnandi og fjølbroytt samfelag, har bæði meiriogminnilutabólkar kunnu kenna seg tryggar og inkluderaðar. 

Vit í FIMFF vilja við hesum filmsfestivalinum arbeiða fyri at byggja brýr, skapa kjak ogveita ymisk sjónarmið um minnilutar og aðrar marginaliseraðar samfelagsbólkar íFøroyum, Norðurlondum og kring heimin. Skulu vit kempa fyri inklusjón, tollyndi ogmannarættindi í heiminum, er tað neyðugt, at øll verða bæði hoyrd og sædd.Festivalurin ynskir at skapa ein pall fyri øll, ið vilja víðka um sína vitan og síttsjónarhorn umvegis film og list, og soleiðis gera tað eitt sindur lættari hjáføroyingum at kjakast um mentan, fólkasløg, átrúnað, kynsliga sannføring, uppruna,kynsligan samleika og onnur torfør og viðkvom evni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder