
Ferðslulógin er eisini galdandi í summarfrítíðini
Endiliga byrjar summarfrítíðin. Mong hava ta gleði at sleppa út á bygd at kenna náttúruna, nærveruna og friðin. Summi eru so heppin at sleppa upp í part við hoyna og fjalli.
Børn á lastum
Mong vaksin minnast eydnuríkar løtur frá barndóminum á viðfestisvogni fulllastaðum við angandi hoyggi. Onkur sigur, at tað vóru løtur, tá alt ikki skuldi vera so stýrt, og tú ikki kundi flyta teg ein tumma uttan trygdarbelti. Veruleikin er tó, at síðan tað varð ásett við lóg í 1986, at børn og vaksin skuldu brúka trygdarbelti í bili, eru mong lív spard í ferðsluni. Tað er ólógligt at hava børn sitandi á lastum og viðfestisvognum.
Lendisakfør eru ikki fyri børn
Lendisakfør (ATV???arar) verða ofta brúkt í sambandi við landbúnað. Tað er tíverri ikki óvanligt at síggja børn koyra lendisakfør. Lendisakfør eru tung og hava stóra megi. Tey kunnu koppa lættari enn onnur akfør, tí tyngdarpunktið liggur hægri enn á øðrum akførum. Á sama hátt, sum børn ikki sleppa at stýra bilum, hava tey heldur ikki loyvi at koyra lendisakfør.
Fyri at kunna koyra eitt skrásett lendisakfar, krevst koyrikort til antin bil (bólkur B) ella motorsúkklu (bólkur A), og sostatt er 18 ára aldursmark galdandi. Førari og ferðandi á lendisakfari skulu, meðan koyrt verður, nýta góðkendan og fastspentan fallhjálm við hjálmglugga og góðkenda ryggverju. Á lendisakfari mugu ikki vera fleiri fólk, enn akfarið er ætlað til. Børn, yngri enn 8 ár, mugu ikki vera á lendisakfari.
Ráðið fyri Ferðslutrygd ynskir øllum børnum og vaksnum eina eydnuríka og ferðslutrygga summarfrítíð!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald