![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Á vári 2020 avgjørdi Visit Vágar í samstarvi við Vága kommunu og Sørvágs kommunu at gera eina felags ferðavinnu- og menningarætlan fyri Vágar og Mykines. Verkætlanin varð stuðlað av báðum kommunum og Visit Faroe Islands. Mikudagin 16.desembur verðurhendanætlan borin íhvørt húsarhald í Vága og Sørvágs kommunum.
Visjónin hjá kommununum og Visit Vágar er, at vit menna eina burðardygga ferðavinnu, sum vit kunnu liva av og liva við. Eina ferðavinnu, sum tekur atlit til náttúru, mentan ogíbúgvar. Fyri at tryggja, atætlanin umboðar ynskini í økinum, tekurætlanin útgangsstøði í borgaranum. Fundir hava verið í øllum bygdum við borgarar eins og umboð fyri hagarnar. Í hesum sambandi varð eisini ein fylgibólkur gjørdur við einum umboði fyri hvørja bygd og einum umboði fyri hagarnar. Oda W. Andreasen var verkætlanarleiðari fyri verkætlanina???Ferðavinnu- og menningarstrategi fyri Vágar og Mykines???.
Í tøttum samstarvi við báðar kommunurnar fer nýggi menningarleiðarin hjá Visit Vágum, Tordis K. á Rógvi Simonsen, at standaá odda fyri menningararbeiðinum, ið stendur fyri framman. Tordis hevur kandidat í altjóða ferðavinnu og hevur drúgvar royndir innan ferðavinnumenning og ferðavinnu annars, m.a. sum menningarráðgevi hjáRegión Sjælland, kunningarleiðari hjá Visit Sandoy og sum vinnuferðavinnufólk hjá GreenGate Incoming. Tordis byrjaði í starvinum sum menningarleiðari tann 1. desembur 2020.
Broytingar hjá Visit Vágum
Visit Vágar fer frá at vera ein kunningarstova til at verða ein menningarstova.
??kti ferðavinnustreymurin til Føroyar, og ikki minst til Vágar og Mykines, eins og broytti tørvurin hjá teimum ferðandihevur við sær,at Visit Vágar fer at arbeiða sum ein DMO(Destination Management Organisation). Hetta merkir m.a., at uppgávurnar hjá Visit Vágum í høvuðsheitum fara at broytast fráTIC uppgávum(TIC stendir fyri Tourist Information Centre)til fyrst og fremst at umfata DMO uppgávur.Harafturat er raksturin av Visit Vágum lagdur undir báðar kommunurnar, sum í nógv ár longu hava samstarvað um fígging av Visit Vágum, so til ber at fáa umráðandi arbeiðið at menna ferðavinnuna burðardygtí eina trygga legu.
Visit Vágar fer framhaldandi at kunna um upplivingar og tiltøk í økinum, men fer fyrst og fremst at arbeiða við menning av burðardyggari ferðavinnu, at skipa ferðavinnuna, so hon er til at liva viðog av, at hjálpa veitarum í økinum við at menna góðar upplivingar og ferðavinnutilboð og at skipa fyri, atøll neyðug kunning er til staðar á heimasíðu, skeltum og/ella kunningarskermum í økinum. Harafturat fer Visit Vágar at arbeiða fyri at marknaðarføra báðar kommunurnar sum eitt ferðamál, tí ferðafólkið hugsar ikki í kommunumørkum, og tí gagnar tað mest at arbeiða við bæði marknaðarføring og menning í ferðamálum.
Meir kunning
Menningarætlanin verður at finna talgilt á heimasíðunum hjá Sørvágs kommunu, Vága kommunu og hjá Visit Vágum frá mikudegnum 16. desembur 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald