Vinna

Ferðafólkatalið í Mykinesi er økt við 50% síðan 2012

...

2014-07-23 19:41 Author image
placeholder

 Ferðafólkatalið í Mykinesi økist alsamt. Higartil í ár hava tað verið eini 1.500 fleiri ferðafólk í Mykinesi, enn somu tíð í fjør. ??r Mykinesi verður sagt, at tað eru tær góðu umstøðurnar, nú J??SUP siglir til Mykinesar, sum fáa fleiri fólk at vitja í Mykinesi.

Í 2012 vóru ferðafólkini uml. 8.000 í tali, í 2013 vóru tey 10.000 og mett verður, at ferðafólkatalið í ár fer at fara upp um 12.000.

Tey flestu sum fara til Mykinesar fara túrin út í hólmin, men tað eru eisini nógv, sum fara niðan á Knúk.

Tað eru møguleikar at gista í Mykinesi, eisini eru møguleikar at leiga hús, men nú ferðafólkatalið økist so nógv - so økist sjálvandi eftirspurningurin at fáa seingjarpláss samsvarandi. 

J??SUP siglir ein eykatúr leygardagin:

Siglt verður av Sørvági kl. 12.00 og aftur úr Mykinesi kl. 18.30.

Tilmelding fer fram á tlf 210870 ella teldupost [email protected]


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder