2014-02-05 03:00
Ein dystur varð í kvøld leiktur í Kollafirði í deildini Dr-16, dysturin var millum felagsliðið KÍF/VÍF og Kyndil. Undan dystinum í kvøld vóru tað KÍF/VÍF, H71-a og Kyndil, sum lógu ovast - øll við 12 stigum.
Tað var ein sera spennandi dystur í Kollafirði, har bæði liðini løgdu nógv fyri fyri at koma á ovastu rók, men tað var felagsliðið KÍF/VÍF, sum vann dystin í kvøld 31-26 og liggur nú ovast hjá Dr-16 við 14 stigum. Her skal tó havast í huga, at H71-a hevur leikt 2 dystir minni enn oddaliðið.
Støðan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald