2014-09-25 01:06
Tummas T, sum hevur tikið ímóti makreli frá teimum smærru trolarunum, kemur á Kollafjørð í kvøld við 700 tonsum av makreli. Teir hava tikið ímóti frá fleiri skipum - Polarhav/Stjørnan, Safir/Smaragd, Vestmenningi/Skoraberg og øllum trolarunum hjá Faroe Origin.
Í Kollafirði hevur Atlantsfarið landað í dag, í kvøld landar Slættaberg, teir hava góð 1.000 tons, so Tummas T. sleppir ikki framat fyrrenn hóskvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald