![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
???Brexit, avbjóðingar og møguleikar??? er heitið á ráðstevnuni á Faroexpo í Løkshøll 23. oktober kl. 13-17.
Málið við ráðstevnuni er at lýsa støðuna í samband við Brexit, og hvussu Føroyar koma at standa í skiftinum hjá Bretlandi, frá at vera eitt ES-land til at standa í somu støðu í Norðurhøvum sum vit og onnur lond, ið ongantíð gjørdust partur av hesum felagsskapi. Eisini er ætlanin at koma inn á hví samvinnan við Stóra Bretland ikki er størri, enn hon er.
Fyrilestrarnir fara at lýsa støðuna í samband við Brexit frá trimum ymiskum sjónarhornum, og hava vit tí fingið tveir útlendskar og ein føroyskan fyrilestrarhaldara til at lýsa støðuna. Fyrilestrarnir verða:
Føroyska sjónarhornið: ???Møguleikar hjá føroyskum tænastu fyritøkum í Bretlandi??? Áki Johansen, føroyskur sendimaður í Bretlandi.
Íslendska sjónarhornið: ???Uttanríkisráðharri og altjóða menningarsamstarv???
Guðlaugur þór þórðarson, uttanríkisráðharri í Íslandi
Bretska sjónarhornið: ???Framtíðar handil og fíggjarligt samstarv millum Stóra Bretland og Føroyar??? Emma Hopkins, bretsk sendikvinna í Danmark
Eftir fyrilestrarnar verður eitt pallborð við fólkum, sum kenna til støðuna millum Stóra Bretland og Føroyar, soleiðis sum hon er í dag, og sum kunna reflektera yvir hvussu tað er ynskiligt at støðan verður framyvir og hvussu komið verður hartil. Áhoyrararnir fáa høvi at verða við í kjakinum.
Ráðstevnan er almenn, men orsaka av korona-tilmælunum sleppa bert 100 luttakarar til ráðstevnuna, meiri kunning og tilmelding er at finna á www.faroexpo.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald