Ítróttur

Farin á Oyggjaleikirnar

Flogfarið við ítróttafólkunum, sum skulu á Oyggjaleikir er júst nú kl. 9.32 farið á flog.

2013-07-11 17:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Flogfarið við ítróttafólkunum, sum skulu á Oyggjaleikir er júst nú kl. 9.32 farið á flog.

Annars var rokaligt á flogvøllinum í morgun, tí myrkt var í mjørka - flogfarið sum ítróttafólkini skuldu við fekk ikki lent og helt tí leiðina fram til Keflavíkar, tað gjørdi, at annar Airbussur varð settur at flúgva ítróttafólkini til Ísland, har tey so skulu skifta flogfar í Keflavík.

Leiðin til Bermuda er long - flúgvitíðin er 8 tímar, tí verður millumlent í New Founlandi fyri at bunkra olju til tað longu leiðina.

Vit skriva meira um Bermuda í kvøld, tá flogfarið er lent har, og ítróttafólkini eru komin uppá pláss.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder