JN

Farið er upp um 51-túsund í fólkatali

...

2018-08-21 10:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hagstovan:

Fólkatalið var 51.043 tann 1. juli. Tað vaks við 830 fólkum ella 1,7% í 12-mánaðar skeiðinum 1. juli 2017 ??? 1. juli 2018. Tað kemur av einum burðaravlopi á 237 og nettotilflyting á 593. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið 55 minni, men tað er meir enn uppvigað av, at nettotilflytingin er 166 størri.

 

Javnt stórur vøkstur í øllum høvuðsøkjum ??? uttan Sandoy og Suðuroy
Landafrøðiliga var munandi fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar og Suðuroyar. Lutfalsliga var størsti vøksturin í Eysturoyar sýslu við 2,2%, har av serliga í Sjóvar og Nes kommunum við næstan 6 prosentum.

Næst eftir Eysturoyar sýslu er lutfalsliga størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 1,9%, og her var eisini nógv størsti vøksturin í tali við 358 fólkum. Síðani Streymoyarøkinum uttan Tórshavn við 1,8%. Í Norðoya og Vága sýslum var vøksturin 1,7%, ið er sum miðaltalið fyri alt landið.  

So er eitt langt lop niður til Sandoyar sýslu, har fólkatalið minkaði við einum, og Suðuroyar sýslu, har tað minkaði við 9 fólkum.

 

Sandoy og Suðuroy hava onki fingið úr fólkavøkstrinum síðstu árini
Veturin 2013-14 vendi gongdin í fólkatalinum, og hevur síðani verið stórur árligur fólkavøkstur, sum sæst aftur í flestu høvuðsøkjum. Tó eru tvey av økjunum, Sandoyar og Suðuroyar sýslur, dragnað afturúr. Tað sæst skilliga, um vit seta fólkatalið 1. jan. 2014 til vísitalið 100: meðan fólkatalið er vaksið 5-8% í øllum hinum høvuðsøkjunum, so hevur verið stillstøða í Sandoyar sýslu og beinleiðis minking í Suðuroyar sýslu síðstu hálvfimtu árini.


Nettotilflytingin er methøg
Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur einamest av broyttu flytingini, har fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tilflytingin er vaksin. Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1.126, ið fluttu av landinum farna 12-mánaðarskeiðið. Rokna vit fráflytingina í mun til fólkatalið, hevur hon ongantíð verið minni tey síðstu hálvthundrað árini, vit røkka aftureftir í hagtalsgrunninum.

Meðan fráflytingin nú á fimta árið hevur lagt seg á eitt javnt lágt støði, so veksur hinvegin tilflytingin framvegis. Samanlagda úrslitið av minni fráflyting og størri tilflyting er, at nettotilflytingin er vaksin í stórum, og ongantíð hevur verið so stór sum nú, hvørki í tali ella lutfalsliga.

Samanbera vit hetta árið við tey heldur vánaligu árini 2009 -13, so er árliga fráflytingin nú eini 600 fólk minni og tilflytingin eini 400 størri ??? og tí er ein negativ nettoflyting á 424 í 2011/12 vend til eina positiva nettoflyting upp á 593 hetta seinasta 12-mánaðarskeiðið 2017/18.
 

 

Burðaravlopið er minkað
Samanborið við undanfarnað 12-mánaðskeiðið minkaði burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) við 55, úr 292 niður í 237 hetta 12-mánaðskeiðið. Orsøkin er, at samstundis sum føðitalið minkaði við 14, vaks talið av deyðum við 41.

 

Fleiri mannfólk enn konufólk í fólkavøkstrinum 
Av vøkstrinum í fólkatalinum hetta 12-mánaðarskeiðið eru munandi fleiri mannfólk enn konufólk. Størsti munurin er í nettotilflytingini, har tað vóru 163 fleiri mannfólk enn konufólk. Men av tí, at tað var ein yvirvág av gentum í føðitalinum við 27 og í deyðatalinum ein yvirvág av mannfólki við 52, var samanlagda úrslitið 84 fleiri mannfólk í fólkavøkstrinum.

Á myndini niðanfyri sæst, at tað er serliga hetta fyrra hálvárið í 2018, at tað eru munandi fleiri mannfólk í nettotilflytingini enn konufólk. Hetta er stórt frávik frá gongdini frammanundan, har tað var nøkulunda javnt millum kynini.

 

Fólkavøksturin heldur fram við somu ferð - enn
Seinastu fýra árini hevur sum nevnt verið óvanliga stórur fólkavøkstur, og hann heldur fram sum sæst av myndini niðanfyri. Ferðin í vøkstrinum lá um 1,5% fyri hvørt fram til síðsta heyst, tá hon linkaði nakað til 1,3%-1,4%. Hetta kundi bent á, at vit sóu fyrstu tekin til, at ferðin var farin um tað hægsta og fór at linka enn meir teir komandi mánaðirnar. Men so var ikki. Tí móti vári og nú í summar er vøksturin komin uppaftur og meir enn tað, so hann er nú er knappliga 1,7%.

Sum nevnt eru tølini smá, ið gera hesar broytingarnar í burðaravlopi og nettotilflyting ??? og harvið í fólkavøkstri - og kann tað tí eisini venda aftur við næstu uppgerðir.

 

Hvussu nógv viga arbeiðsfólk úr útlondum í tilflytingini?
Tað hevur verið ført fram, at ein partur av sera stóru tilflytingini til Føroya seinastu árini ikki er nøkur varandi tilflyting, men arbeiðsfólk, sum koma higar av stóra eftirspurninginum av arbeiðsmegi, serliga til nógva virksemið í byggivinnuni, og tí fara avstaðaftur, so skjótt hetta virksemið kemur niður aftur á eitt meira vanligt støði. Hagstovan hevur ikki upplýsingar um hví ella hvørjar grundir fólk hava til at flyta higar, men ábendingar kunnu fáast úr upplýsingum um, hvagani tilflytarar koma, og um broytingar eru í hesum mynstrinum í mun til árini frammanundan. Í komandi grein fara vit at royna at greina hetta eitt sindur nærri, um nøkur broyting er í mynstrinum, hvørjir tilflytararnir eru, t.v.s. eftir kyni og hvagani tey koma.

Landafrøðiliga er lutfalsliga størsti vøkstur í nøkrum av smærri og miðalstóru kommunum
Kommunurnar eru so ógviliga ymiskar í stødd, so ringt er at gera samanberingar. Tær størstu kommunurnar veksa mest í tali. Tórshavnar kommuna við 398 og Klaksvíkar við 77, men miðalstórar kommunur sum Nes og Sjóvar veksa næstan líka nógv í tali sum Klaksvíkar og dupult so nógv sum Runavíkar kommuna, ið er 3-4 ferðir so stór sum hesar báðar.

Av størstu kommununum er lutfalsligi vøksturin størstur í Tórshavnar kommunu við 1,9%, meðan Klaksvíkar kommuna liggur nakað niðan fyri landsmiðal við 1,5% og Runavíkar kommunur niðan fyri helvtini av landsmiðal við 0,8%.

Av størri kommununum er tað bara Tvøroyrar kommuna, har fólkatalið minkar.

Í nøkrum miðalstórum kommunum er vøksturin væl oman fyri landsmiðal, so sum Sjóvar kommuna við 5,8%, Nes kommuna við 5,5%, Sunda kommuna við 2,9% og Vestmanna kommuna við 2,2%.

Av smærri kommununum er størsti vøkstur í Kunoyar við 13%, Sumbiar við 4,3% og Eiðis við 3,0%.

Hinvegin var størsta minkingin í tali í Tvøroyrar og Hvalbiar kommunum við 17 fólkum hvør og Húsavíkar kommunu við 10 fólkum, Fámjins við 5, Skálavíkar við 4 og Fugloyar við 3 fólkum.  Lutfalsiga var størsta minkingin í Húsavíkar, Fugloyar og Fámjins kommunum.

Samanumtikið er vøkstur í 22 kommunum og minking í 7. Á myndini niðanfyri eru kommunurnar settar í raðfylgju frá størstu minking til størstan vøkstur í tali.

 

Av oyggjunum er minking í Hesti, Svínoy, Fugloy, Kalsoy, Sandoy og Suðuroy
Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, tó lítil minking bæði í Sandoy og Suðuroy.

Á útoyggjum er ein lítil vøkstur í Nólsoy, meðan Skúvoy, Mykines og Stóra Dímun halda tørn, og tað framvegis minkar í Fugloy og Svínoy. Í Hesti er minkingin stór, har tað er næstan fimtihvør færri nú enn fyri einum ári síðani.

Tó má sigast, at á útoyggjum eru tað sum heild sera smá tøl, ið ofta kunnu skifta ymiskan veg.
 

 

Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder