2015-09-15 03:57

Fagraberg siglir inn við 1.000 tonsum av makreli, sum teir skulu landa í Fuglafirði.
JN.fo tosaði umborð fyri løtu síðan, teir høvdu av allar fagrasta veðri og koma á Fuglafjørð tíðliga í morgin, teir sleppa tó ikki framat at landa fyrrenn á middegi. Í løtuni landar Finnur Fríði til Pelagos, Finnur Fríði hevði 1.400 tons.
Nógv skip eru á feltinum norðanfyri, allur pelagiski flotin hjá føroyingum, umframt fleiri partrolarar og tveir trolbátar. Í altjóða sjógvi norðanfyri eru nøkur íslendsk skip og nógv russisk og í norskum sjógvi beint eystanfyri føroyska markið eru eini 25-30 norsk skip.
Sum vit skilja, so er størsti makrelurin at fáa í føroyskum sjógvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald