Fagraberg og Slættaberg sigla báðir fullfermdir av svartkjafti til Føroyar, Tummas T. er í Tyberøn og Finnur Fríði landar í Moløy.
Fagraberg, sum hevur roynt vestur úr Hebridinum einar 100 fj. suður úr føroyska markinum - á uml. 58,4 N og 9 V, hevur júst nú sett kós móti Føroyum við uml, 3.000 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún, Fagraberg verður á Fuglafirði tíðliga sunnumorgunin, teir sleppa framat at landa beinanvegin teir koma á Fuglafjørð. Á leiðini har Fagraberg hevur roynt eru í morgun Christian í Grótinum og Jupiter, umframt okkurt russiskt skip.
Slættaberg hevur roynt longuri suðuri á uml. 53,5N og 13 V, sum er tætt vestur úr Írlandi, Slættaberg hevur eisini fulla last góð 1.400 tons, teir verða á Fuglafirði mánanáttina, teir sleppa framat at landa, tá ið liðugt er at landa Fagraberg. Tróndur í Gøtu er í morgun á leiðini har Slættaberg hevur roynt, eisini eru donsku skipini - Gitte Henning, Asbjørn og Beinir á somu leið - umframt tvey norsk skip og eitt bretskt skip.
Tummas T. hevur eisini roynt um somu leið, teir eru í Tyberøn, har teir landa 1.600 tons, Finnur Fríði royndi eisini har, teir eru í Moløy við 2.000 tonsum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald