Fagraberg og Finnur Fríði sigla inn við 1.100 tonsum av sild í part. Støddin á sildini liggur um 400 gramm.
Teir hava samtrolað norðalaga í føroyskum sjóøki, teir h'øvdu 4 tov og tóku 2 inn í part, tað var nógv sild at síggja har teir vóru.
Bæði skipini fáa ein sildatur afturat í part, so er kvotan fiskað. Aftaná fara teir á makrelveiðu sunnanfyri, helst í ES-sjógvi.
Fagraberg landar í Fuglafirði til Pelagos og Finnur Fríði fer á Tvøroyri, teir landa til Varðin Pelagic, teir verða inni á midnátt.
Fagraberg og Finnur Fríði hava gjørt skjótan túr, tað verða 2½ døgn síðan teir loystu úr Føroyum.
Vit hava hoyrt, at Høgiklettur og Tummas T., sum eisini hava roynt norðanfyri eisini sigla inn, men tað koma vit aftur til. Sostatt er einki skip á feltinum í løtuni - øll hini eru inni og landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald