Fagraberg og Finnur Fríði, sum hava samtrolað norðanfyri á uml. 64N og 5V, fóru í nátt at sigla inn, bæði skipini hava nú fiskað sildakvotuna tey hava.
Finnur Fríði hevur 900 tons, teir skulu landa á Tvøroyri, teir verða á Tvøroyri seint í kvøld.
Fagraberg hevur uml. 1.400 tons, teir fara á Fuglafjørð, har teir landa til Pelagos, Fagraberg verður á Fuglafirði seint í kvøld.
Polar Amarok hevur eisini roynt á leiðini norðanfyri, teir sigla eisini inn, og verða inni seinnapartin í dag. Polar Amarok frystir umborð, hvar teir landa vita vit ikki í løtuni.
Norðborg og Aðalstein Jónsson eru enn á leiðini norðanfyri.
Vit tosaðu umborð á Finn Fríða fyri løtu síðan, teir søgdu, at tað var heilt nógv av sild at síggja har skipini vóru stødd, sildin er stór og góð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald