2015-03-12 00:01
Fagraberg, sum byrjaði túrin á Breiðafirði mánadagin, er nú ávegis til Vopnafjørðin við 1.900 tonsum av lodnu, sum teir skulu landa har.
Tað hevur verið óveður á leiðini á Vesturlandinum, Fagraberg fekk eitt kast mánadagin og eitt aftur týsmorgunin.
Tað var nógv lodna at síggja á Vesturlandinum, lodnan er byrjað at gýta, so nú verða rognini tikin og fiskurin fer til fiskamjøl.
Fagraberg hevur eini 3.000 tons eftir at fiska av lodnukvotuni, øll hini skipini hava fiskað tað tey fingu í sín part - tilsamans áttu føroysk skip 30.000 tons av lodnu í íslendskum sjógvi.
Finnur Fríði og Jupiter landa í løtuni á Fáskrúðsfirði, tá ið tey hava landað, koma teir heim og fara síðan aftur á svartkjaftaveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald