2014-11-16 05:10
Fagraberg, sum hevur roynt í ES-sjógvi vestur úr Hetlandi, fór í dag at sigla inn við 1.400 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði. Fagraberg hevur verið á feltinum í 2 døgn, fyrra døgnið lógu teir bakk, so teir hava bara fiskað í eitt døgn.
Vit tosaðu umborð fyri løtu síðan, tað er av fagrasta veðri, har teir eru staddir í løtuni.
Fagraberg verður væntandi á Fuglafirði um 10-tíðina sunnumorgunin, teir byrja at landa beinanvegin teir koma á Fuglafjørð.
Í løtuni eru bara Slættaberg og Atlantsfarið á makrelfeltinum sunnanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald