Vinna

Fagraberg kemur á Fuglafjørð við 1.200 tonsum

...

2014-12-04 22:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fagraberg, sum hevur verið á makrelveiðu vestur úr Hetlandi, hevur sett kós móti Føroyum við 1.200 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði.

JN.fo hevur tosað umborð, teir eru júst komnir út aftur frá Lerwick, har teir hava verið til tjekk, tað tekur ½ tíma, men fer við fitt av siglingstíð.

JN.fo tosaði við stýrimannin, hann segði, at tað var blandaðar støddir teir fingu - úr 330 uppí knapt 400 gram.

Fagraberg verður á Fuglafirði seint í nátt. Tað eru 12 mans við Fagraberg.

Tvey føroysk skip eru á makrelveiðu við Hetland í løtuni, tað eru Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu, sum royna um somu leið, sum Fagraberg hevur roynt.

Tá ið liðugt er at landa Fagraberg, tá verður farið á svartkjaftaveiðu.

 Í løtuni eru tvey føroysk skip á svartkjaftaveiðu sunnast í føroyskum sjógvi, tey eru Slættaberg og Christian í Grótinum. Eitt Íslendsk skip verður á fiskileið sunnanfyri í nátt, tað er Vilhelm Thorsteinsson - 4 russisk skip royna eftir svartkjafti norðanfyri Føroyar - fiskiskapurin hevur ligið úr 200 uppí góð 400 tons um døgnið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder