2021-02-02 22:02
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Fagraberg, sum hevur verið á svartkjafta veiðu í føroyskum sjógvi, kemur á Fuglafjørð tíðliga í nátt.
Fagraberg hevur henda túrin fingið 2800 tons, og hava teir roynt í eina viku sunnast í føroyskum sjógvi. Fagraberg skal landa til Havsbrún í Fuglafirði.
Í løtuni er tað bert Næraberg av teimum føroysku skipunum, sum er til fiskiskap sunnast í føroyskum sjógvi. Afturat Næraberg royna eisini fýra russarar har.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald