JN

Fáa nú eisini sms-boð um positiva koronukanning

...

2021-11-09 19:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hevur tú latið teg kannað fyri koronu á einum av kanningarstøðunum hjá Sjúkrahúsverkinum, fært tú nú eisini sms-boð, um úrslitið er positivt.

Tað er umráðandi, at fólk fáa boð skjótast gjørligt, tá koronukanningin er positiv. Tí hevur Sjúkrahúsverkið í samráð við Landslæknaembætið gjørt tillagingar í bókingarskipanini soleiðis, at fólk, sum eru kannaði positiv fyri korona, fáa boð beinanvegin, tá kanningarúrslitini eru klar.

Áður hevur mannagongdin verið tann, at tey smittaðu fingu boð, tá Landslæknin setti seg í samband við tey. Nú smittutølini hava verið methøg, hevur tað tikið longri tíð hjá Landslækanum at fáa fatur á øllum.

Í boðunum frá Sjúkrahúsverkinum stendur úrslitið av kanningini, og at fólk verða biðin um at fara í sóttarhald. Landslæknin setur seg framvegis í samband við tey, ið eru smittað, við nærri kunning og leiðbeining.

Umframt at fáa sms-boð, verður ein váttan eisini send í telduposti.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder