Vinna

Eysturoyartunnilin letur upp í dag

...

2020-12-19 10:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dag kl. 12 letur Eysturoyartunnilin upp, Eysturoyartunnilin er næstlongsti undirsjóartunnil í heiminum, Jørgen Niclasen landsstýrismaður skal klippa snórin og verður tann fyrsti, ið koyrir ígjógnum Eysturoyartunnilin.

Tað verður hátíðarhald í samband við at tunnilin letur upp, men hátíðarhaldið verður avmarkað í samband við korona.

KVF byrjar at senda í samband við stóra dagin kl. 10.30.

Eysturoyartunnilin knýtir Skálafjørðin og Havnina saman við einum undirsjóvartunli, ið tilsamans verður góðar 11 kilometrar langur.

Tunnilin fer at stytta farleiðina millum Tórshavn og Runavík/Strendur úr 55 kilometrum niður í 17 kilometrar. Koyritíðin, sum nú er 64 minuttir, verður stytt niður í 16 minuttir. ??r Tórshavn til Klaksvíkar verður koyritíðin stytt úr 68 minuttum niður í 36 minuttir.

Tunnilin fer at knýta báðar síðurnar á Skálafjørðinum saman við tveimum tunlum til eina rundkoyring undir havbotninum á miðjum fjørðinum. Frá høvuðsvegnum í Rókini í Saltnesi oman til rundkoyringina er tunnilin 2,2 kilometrar langur, og teinurin frá Sjógv á Strondum til rundkoyringina er 1,7 kilometrar. Høvuðstunnilin millum Tórshavn og rundkoyringina er 7,5 kilometrar og kemur upp á Hvítanesi. Til tess at økja um trygdina er mesta hallið í tunlinum 5 prosent og lægsta punkt er 187 metrar undir sjóvarmálanum.

Jarðfrøðiligar forkanningar eru gjørdar, seismikkur á Tangafirði er skotin og greinaður, kjarnuboringar eru gjørdar á Kalbaksnesi og bæði á Skálafjørðinum og á Hvítanesi verður vegarbeiðið fyrireikað. Síðani er vegarbeiðið til tunnilsmunnan gjørt klárt og projekteringin annars liðug, eins og tunnilsarbeiðið boðið út.


8. november 2016 var byggisáttmáli undirskrivaður við NCC og endaliga lánsavtalan í samband við bygging av bæði Eystur- og Sandoyartunlunum var undirskrivað beint fyri jól 2016, eins og øll formlig viðurskifti vóru uppá pláss. NCC hevur síðani gjørt nærri avtalur við ymiskar undirveitarar.


Fyrsta skotið var latið 21. februar 2017, tá Henrik Old, landstýrismaður í samferðslumálum fyri fyrstu ferð trýsti á knøttin, og setti sjálva boringina ígongd.

Fríggjadagin 7. juni 2019 var so alment hátíðarhald í høllini á Hálsi, Tórshavn, í samband við at Heðin Mortensen, landstýrismaður í samferðslumálum, lat seinasta skotið av í Eysturoyartunlinum. Nú verður so arbeitt víðari við at gera tunnilin endaliga lidnan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder