2014-10-08 19:43
Partrolararnir Eysturbúgvin og Vesturbúgvin eru á Skipasmiðjuni Mest - Eysturbúgvin skal sandblásast og málast og Vesturbúgvin skal klassa høvuðsmotorin. Teir rokna við, at arbeiðið kemur at taka eini 7 til 8 vikur.
Skipini eru nú 25-ára gomul, Eysturbúgvin skifti høvuðsmotor fyri 5 árum síðan.
Vit tosaðu við skiparan - á Eysturbúgvanum - Jóan Petur í Soylu fyrr í dag, hann segði, at teir vóru væl nøgdir við árðið í ár, gulllaksafiskiskapurin hevði verið hampuligur og makrelfiskiskapurin eisini.
Jóan Petur segði, at fyri 14 árum síðan, sandblástu teir Eysturbúgvan, tað arbeiðið var gjørt í Skagen og hevði hildið avbera væl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald