2015-09-11 15:20

Í morgun kom stóra ferðamannaskipið Eurodam á Havnina. Euradam er næstseinasta cruise skipið, sum kemur á Havnina í ár.
Skipið er 285 metrar langt og 32 metrar breidd. Eurodam tekur 2104 ferðafólk, og manningin telur 929 fólk.
Eurodam fór í sigling á sumri í 2008, og er heimahoyrandi í Niðurlondum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald