Vinna

Erla Kongsdóttir fekk um skrúvuna

...

2021-02-12 10:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tá ið Erla Kongsdóttir var á veg út til Nólsoyar í kvøld, mátti hon venda við aftur, stutt eftir at vera komin út um uttara molan í Havn.

Strandferðslan fekk beinavegin hjálp frá Havnar Bjargingarfelag, so tey 8 ferðafólkini løtu seinni vóru flutt við Tanum til Nólsoyar.

Kavarar kundu seinni staðfesta, at ein trossendi var komin um skrúvuna.

Hetta er nú loyst og siglir Erla aftur eftir ferðaætlanini, fríggjamorgunin 12. februar.


Trossendin, ið Erla Kongsdóttir fekk um skrúvuna á veg út um molan í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder