2020-12-30 13:30
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Eftir ætlan byrjar Erla Kongsdóttir í sigling á leið 90 hósmorgunin 31. desembur, og siglur eftir núverandi ferðaætlan á leið 90.
Hetta merkir, at Jósup, ið hevur røkt siglingina á leið 90, verður settur í sigling á svínoyar- og fugloyarleiðini frá leygardegnum 2. Januar 2021.
Hasfjord fer framvegis at røkja farmasiglingina ml. Havnina og Nólsoy og verður farmatúrur gjørdur mikudagin 30. desembur. Farið verður av Havnini kl. 11:00 og úr Nólsoy kl. 12:30 og síðani verður siglt til Skopunar, har skipið kemur at liggja til tað byrjar í sigling á leið 85 tann 5. januar 2021, tað skrivar SSL.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald