2021-08-18 06:36

Tíðanverri eru tekin nú funnin sum kunnu benda á at so er.
?? túri úti í Svníni kom eg fram á tekin um at rotta hevði grivi holu við ein áarbakka Eysturi á fjalli, hettar skamt eystanvert eina opna rætt sum stendur við vegin sum gongur frá bygdini og eystur á fjall.
Sjálvt um holan er áleið 5 cm í tvørmát og tí bendur á at talan er um rottu, so er eisini møguleiki at talan kann verða um mús, mísnar kunnu, hóðast tær eru sera smáar, gerða rættuliga víðar holir.
Tað eru 11 oyggjar sum eru roknaðar sum rottufríðar og vónandi verður eisini soleiðis statt framyvur.
Orð og myndir: Rodmund á Kelduni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald