2015-03-19 22:01
Flakatrolarin Enniberg er farin at sigla heim fullfermdur - uml. 970 tons í flaki.
Ennibereg hevur hendan túrin roynt í norskum sjógvi, fyri tað mesta á Fugloyarbankanum, men teir seinastu dagarnar vestur úr Lofoten, har eisini Sjúrðaberg og Akraberg royna.
Enniberg kom á fiskileið 22. januar.
Manningin telur 38 mans - skipari er Sonny Johannesen.
Enniberg verður á Havnini leygardagin, har teir skulu landa veiðuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald