JN

Enniberg og Gadus keyptu kvotuna ið var seld í dag

...

2016-07-21 14:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Uppboðssøla av 600.000 kg av botnfiski í russiska partinum av Barentshavinum hevur verið í dag, og hetta gjørdist úrslitið:

Enniberg fekk 300.000 kg

Gadus fekk 300.000 kg

Prísurin, ið øll skulu gjalda, er 3,25 kr/kg. Inn komu kr. 1.950.000,-.

Myndin niðanfyri vísir tey 5 boðini, ið komu inn.

Marknaðarprísurin gjørdist 3.25 kr/kg. eftir boðinum hjá Sjagakletti. Men Sjagaklettur tók ikki av 50.000 kg, og hesi vóru síðani bjóðaði til hægstu boðini. Gadus valdi at taka av 50.000 kg afturat uppruna boðinum.

Minsti prísurin, ið landsstýrismaðurin hevði ásett, var 1,75 kr/kg.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder