2015-01-18 02:58
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Enniberg loysti av Havnini í kvøld. JN.fo tosaði við skiparan Sonny Johannesen, nú teir vóru komnir norður ímóti Fugloynni, Sonny sigur, at teir fyrst fara í norskan sjógv at royna, hann hevði frætt frá teimum føroysku skipunum, sum eru í norskum sjógvi, at fiskiskapurin var brúkiligur.
Annars var ætlanin at fara avstað hóskvøldið, men pakningurin var í Vestmanna og har var ikki koyrandi, tí útsettu teir mynstringina til í dag.
Manningin telur 38 hendan túrin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald