2014-10-20 22:05

Enniberg, sum kom heim síðst í september við spælskaða er farin aftur til fiskiskap, og hevur sett kósina í Barentshavið.
- Enniberg fekk ein spælskaða meðan teir vóru til fiskiskap við Jan Mayn. Umvælingin er nú gjørd, og skipið er farið aftur til fiskiskap.
Kósin er sett í Barentshavið og ætlanin er, at teir skulu byrja at fiska í norskum sjógvi, upplýsir Mortan Johannesen reiðari fyri Portalinum í dag.
Arbeiðið at umvæla spælskaðan á Enniberg hevur tikið tíggjar vikur og arbeiðið bleiv gjørt í Tórshavn, tað skrivar www.portal.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald