Lýsing

Endurlýsing: Búmerkjakapping fyri Heimatænastuna í Vágum

...

2016-08-11 10:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Stýrið fyri Heimatænastuna í Vágum hevur avgjørt at skriva út nýggja búmerkjakapping. Luttakarar, ið longu hava sent inn uppskot, eru enn við í kappingini.

Ynskiligt er, at búmerkið skal endurspegla og lýsa virksemið hjá Heimatænastuni í Vágum, sum fevnir um at skapa eina heildarumsorgan fyri menniskjum, sum hava tørv á hjálp, stuðli og umsorgan, bæði likamliga, sálarliga og sosialt.

Stýrið kann tilskila sær rætt til ikki at velja nakað uppskot, um búmerkini ikki samsvara omanfyri-nevndu ynskjum.

Vinnandi uppskotið fær virðisløn áljóðandi kr. 5.000.

Uppskotini skulu vera í A4 stødd og kunnu nýtast á brævbjálvum, brævpappírum, heimasíðu, v.m.

Uppskotini skulu vera okkum í hendi í afturlatnum brævbjálva, ið er merktur ???Búmerki, Heimatænastan í Vágum??? í seinasta lagi 5. september 2016

Navnið á uppskotsstillararnum skal ikki standa á uppskotinum, men leggjast í afturlatnan brævbjálva saman við uppskotinum.

Stýrið og leiðarin fyri Heimatænastuna í Vágum eru dómsnevnd, og í stýrinum eru:

Rósa Samuelsen forkvinna, Sune Jacobsen næstformaður, Albert Ellefsen, Marjus Dam og Ragnar í Haraldstovu.

Leiðari fyri Heimatænastuna í Vágum er Halldis Joensen.

Uppskotini skulu sendast til:

Heimatænastan í Vágum

Jatnavegur 2

370 Miðvágur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder