Tað átti at verið ein ynskistøða, at báðir partar sótu við sama borð og har løgdu ætlanir fyri ein enn betri fólkaskúla. Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar
Mann venist við alt, verður sagt, og nú er tað blivið so, at vit í Lærarafelagnum fegnast um, at tað í fíggjarlógini, av illum, er lagt upp fyri lønarhækking og øktum eftirlønarútreiðslum. Hetta gera vit, tí játtanin til fólkaskúlan seinastu fimm árini hevur staðið í stað, og um hædd ikki var tikin fyri nevndu hækkingum, stóð uppaftur verri til. Sjálv í Mentamálaráðnum siga tey nú hart, at fólkaskúlin er skorin inn á bein. Sjálvandi er eingin náttúrulóg, sum sigur, at játtanin, eitt nú til fólkaskúlan, áhaldandi skal hækka. Tað er bara tað, at virksemið í fólkaskúlanum økist, og økt virksemi skal fíggjast so ella so.
Tað hóvar okkum í Lærarafelagnum væl, at Mentamálaráðið tekur nøkur stig á røttu leið, og at ráðið eisini lurtar eftir teimum hugskotum og áheitanum, sum Lærarafelagið kemur við. Tað átti at verið ein ynskistøða, at báðir partar sótu við sama borð og har løgdu ætlanir fyri ein enn betri fólkaskúla. Lærarafelagið hevur tætt samband við limirnar m.a. gjøgnum álitisfólk og undirfeløg og við lærarar annars. Her fæst virðismikil vitan um gerandisdagin í skúlanum, sum tað hevði gagnað Mentamálaráðnum at lurtað eftir. Sjálvandi vita vit, at Mentamálaráðið hevur sínar fíggjarligu karmar at halda seg til. Tá karmarnir eru so trongir sum nú, so er áneyðugt at tálma útreiðslunum, men samstundis er stórur vandi fyri at køva hvønn neista. Hetta sæst eisini aftur í fleiri av álitunum, sum seinnu tíðina eru gjørd. Orðingarnar eru varligar og lítið víðskygdar, tí fíggjarlig fyrilit hava skert flogið.
Lærarafelagið er komið á eitt vegamót, tí meðan tað higartil hevur verið sjálvsagt at vísa á gongdar leiðir, á neyðugar ábøtur og lýti, so sita vit nú við eini kenslu av at fáa alt aftur í gráum kálvskinni. Tí í veruleikanum kunnu vit fáa tað, sum vit vilja hava, bara vit rinda tað sjálv. Meira ítøkiliga ber til at fáa tímar til orðblindalærarar og støddfrøðivegleiðarar, fleiri tímar í alisfrøði og svimjing, og til aðrar avgjørt neyðugar uppgávur, men fíggingin skal finnast innan fyri somu játtan, sum aftur merkir, at lærarar skulu undirvísa størri part av samlaðu arbeiðstíðini, og at minni tíð verður til felags ráðlegging, foreldrasamstarv og tiltøk saman við næmingunum. Á tí kunningarferð, sum umboð fyri Mentamálaráðið fyri summarfrítíðina vóru í skúlum kring landið, kom tíðliga fram, at skerjingarnar nú av álvara tálma fjøltáttaða virkseminum í fólkaskúlanum. Seturskúli, sum hevur verið afturvendandi tiltak hjá øllum skúlum, er nú avmarkaður til ávísar flokkar í ávíst dagatal, tríggir árgangir tveir dagar í part. Tað eru skúlar, har allir flokkar hava verið á seturskúla á hvørjum ári, og har flokkar hava verið á væl fyrireikaðum uttanlandsferðum, sum eyðvitað vara meira enn teir tveir, av
Mentamálaráðnum, ásettu dagarnar. Eftir øllum at døma meta tey í Mentamálaráðnum seturskúla sum óneyðugt framíhjáputl. ??ll onnur vita, at bæði fyrireikingin til ferðina og ferðirnar eru sera mennandi fyri einstaka næmingin og flokkin, og hjá teimum flestu verða goymdar sum góð minni restina av lívinum. Ásetingar um tímatal eru gjørdar til kravdu verkætlanaruppgávurnar í 9. og 10. flokki, men samstundis eru eingir tímar tøkir til verkætlanir í yngru flokkunum. Í Mentamálaráðnum hugsa tey í sínum vísdómi, at nóg tíðliga er at læra verkætlanararbeiðsháttin í 9. flokki. Og soleiðis heldur niðurbrótingin av fjøltáttaða fólkaskúlanum fram. Tepra játtanin ger, at fólkaskúlin er fjøtraður í ásetingum og avmarkingum niður í minsta smálut. Men hetta er vilji løgtingsins. Tað verður ikki longur tosað um fólkaskúlan sum aðaltáttin í menningini av einum fólkaræðisligum samfelag. Nei, fólkaskúlin er ein kabal, sum skal fáast at ganga upp, við sviki um neyðugt. Tað var Oluf Palme, sum segði: ???Í somu løtu teir sokallaðu praktisku menninir seta til síðis hugsjónir og virðir á tí politiska pallinum, er vegurin lagdur til forfall av fólkaræðinum.???
Kelda: www.lararafelag.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald