Gásdalsfelagið tók stig til verkætlanina og vendi sær til Sørvágs kommunu við ynskinum um at fáa nøvnini á øllum sum liggja í gamla kirkjugarðinum sjónlig. Kristina Olsen og Anna Guttesen hava savnað nøvnini, og Sørvágs Kommuna hevur stuðlað við sjálvum plátunum.
Til sjálva løtuna søgdu Inga Dam, prestur, og Marjun í Kálvalíð, prestur, nøkur hugleiðandi orð. Tórfríð Tavsen framførdi sangin “Kvinnan í svørtum”, áðrenn Karl Mikkelsen avdúkaði pláturnar.
Aftaná hátíðarligu løtuna bjóðaði Sørvágs kommuna til kaffi og lagkøku í Gásadalsgarði.
Fitt av fólki var møtt, og løtan gjørdist bæði hátíðarlig og minnilig fyri bygdarfólk og gestir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald