EM á heimavølli hjá Danmark hevur ikki bara veri ein succes á bananum, men eisini uttanfyri hallirnar.
Tað hugdu omanfyri tvær millónir hyggjarar á TV2, tá ið Danmark leygardagin vann á sponsku heimsmeistarnum.
Í miðal hugdu 1.625.000 við í fyrsta hálvleik, meðan tað í seinnahálvleiki hugdi fyri fystu fer í hesari EM endaspælinum omanfyri tvær millónir. Tað hugdu 2.012.000 eftir dystinum.
- Tað er eitt fantastiskt tal, sum vit sjálvandi eru sera fegin um, sigur Frederik Lauesen, stjóra fyri TV2 Sporten, í tíðindaskivi frá DHF (Dansk Håndbold Forbund).
Tá ið danska fótbólst landsliðið spældi sín avgerandi HM-undandyst, sum var móti Italia, hugdu "bara" 1.271.000 fólk.
Frederik sær nú fram til hinar dystirnar hjá Danmark í hesari EM kappingini, sum helst fara at hava fleiri hyggjarar.
- Hyggjaratalið fer helst at verða metstórt, tað ið eftir er av kappingini, og tí kunnu vit siga, at hondbóltsmandsliðiði er tað populerasta landsliðið í Danmark, sigur Frederik Lauesen.
Les eisini: Ísland vann á Makadonia.
Kelda sporten.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald