Stjørnan, sum liggur næstniðast í Elektron-deildini, tók í dag ímóti oddaliðnum VÍF. Dysturin varð leiktur í KÍ-høllini í Klaksvík - VÍF vann dystin 26-33 eftir hálvleiksstøðuna 9-16. Harvið liggur VÍF ovast í Elektron-deildini við 10 stigum fyri 7 dystir, ímeðan Stjørnan, sum tey seinastu nógvu árini hevur verið topplið, nú liggur næstniðast við 3 stigum fyri 7 dystir.
Eingin ivi er um at VÍF-venjarin Jan Ottosen hevur givið sínum leikarum ordrar um at byrjað dystin við nøkrum skjótum málum - í 15. min. var støðan 5-11. Tá ið farið var til hálvleik vísti máltalvan 9-16 til VÍF.
Í seinna hálvleiki kom Stjørnan meira við, tær komu uppá 21-25 í 50. min., men so kláraðu tær ikki meira, teir næstu 10 minuttirnar fekk VÍF 8 mál og Stjørnan 5, VÍF vann sostatt tryggan siggur 26-33.
Fyri Stjørnuna fekk Ana Maria Elatarinescu 13 mál og hjá VÍF fekk Duruta Ljósstein 9 mál.
Les eisini: >>VB vann stórsigur á StÍF<<
Stjørnan: Unguriann Raluca, Ana Maria Elatarinescu 13, Edith Hansen, Mina Sevdal 7, Jansy Jacobsen 1, Ingrid Johannesen, Kristina Poulsen 1, Rebekka Poulsen, Poula Leivsgarð, Annika Arge, Gudny Johannesen 2, Maria við Neyst 1, Jórun Nielsen, Anna Jacobsen 1 og Hervør Olsen.
VÍF: Steinbjarta Marnersdóttir, Tóra Seloy 1, Durita Ljósstein 9, Annika Poulsen, Liljan Djurhuus 5, Durita Christophersen 6, Fríða Marjunardóttir 1, Annika Patti 1, Daniella Joensen 1, Eilin Hansen 3 og Agnas Olsen 6.
Støður:
5. min. 1-2
10. min. 3-6
15. min. 5-11
20. min. 6-13
25. min 8-15
30. min. 9-16
35. min. 11-20
40. min. 14-22
45. min. 17-22
50. min. 21-25
55. min. 22-28
60. min. 26-33
Dómarar: Gert Hansen og Arnar Dam.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald