VB vann stórsigur á StÍF í dystinum á Skála í dag, úrslitið gjørdist 25.36 eftir hálvleiksstøðuna 8-21. VB rann StÍF niður teir fyrstu minuttirnar - støðan var 3-12 í 15. minutti og 6-16 í 20 minutti. VB liggur nú nr. 2 í Elektron-deildini bert eitt stig aftanfyri VÍF, sum liggur nr. 1 við 10 stigum.
StÍF: Barbara í Billustovu, Ingun Mørkøre, Marita á Fríðriksmørk, Heidi Sevdal 4, Fríðrun Danielsen 5, Rebekka Justinussen 8, Ansy Sevdal. Bára Bertelsen 1, Erla Petersen 1, Sunfríð B. Johansen 4, Gurðið Poulsen, Birita Poulsen, Rebekka Poulsen, Poula Høgnesen 2 og Rannvá Jacobsen.
VB: Beinta Gudmundsson, Elsa Ludvig, Rannvá Johannessen 3, Una Nolsøe 3, Bjarta Hergarsdóttir 1, Barbara Hjelm, Birita Joensen 1, Rúna Jacobsen 1, Birita Olsen 2, S+ara Symphor 1, Helga Kjærbo 6, Ingrida Kuodyte 7, Gurðið Mortensen 2, Leila Jespersen 2 og Gintara Butkeviciute 7.
Støður:
5. min. 2-5
10. min. 2-9
15. min. 3-12
20. min. 6-16
25. min. 8-20
30. min. 8-21
35. min. 9-24
40. min. 12-27
45. min. 14-29
50. min. 17-30
55. min. 21-33
60. min. 25-36.
60 áskoðarar sóu dystin á Skála
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald