2015-02-05 02:58
Tey 3 føroysku frystilínuskipini, landa øll í St. Pierre í Nýfunlandi.
Kambur landaði mánadagin smá 200 tons, teir eru ávegis aftur til fiskiskap.
Klakkur landar í dag uml. 240 tons og Eivind landar í morgin uml. 215 tons.
Um vit siga, at teir fáa sama meðalprís sum Váðasteinur, sum landaði á Toftum mánadagin, so liggur avreiðingarvirðið frá 2,8 til 3,4 mill., Seinast vit vistu, vóru lastirnar tó ikki seldar, men arbeitt varð við, at fáa tær seldar í Føroyum.
Á myndini niðanfyri sum er frá Marinetraffic, síggja vit at Eivind er áveg inn og Kambur er áveg aftur til fiskiskap, myndin er frá kl. 20.45.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald