2016-08-11 09:22

Línubáturin Eivind hevur skift høvuðsmotorin, arbeiðið verður gjørt á Skipasmiðjuni Mest í Havn.
Arbeiðið gongur eftir ætlan, fólk frá Mest avrætta nú motorin og festa gear o.a., fólk frá verksmiðjuni í Belgiu, sum hava leverað motorin, koma fyrst í komandi viku til Føroyar, teir skulu verða við, tá ið nýggi motorurin verður royndarkoyrdur.
Eftir ætlan skal alt arbeiðið verða liðugt 19. august - vit hava tosað við skiparan Jan Vang, hann roknar við og vónar, at teir kunnu fara at rigga til mánadagin 22. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald