2014-12-04 02:36
Línuskipið Eivind hevur í dag landað í Kollafirði. Eivind hevði 170.000 pund av frystum fiski - mest av toski, brosmu og longu.
Eivind hevur hendan túrin roynt undir Føroyum, teir byrjaðu norðan og vestanfyri, men teir seinastu dagarnar royndu teir eystanfyri.
Teir fara ætlandi nýggjan túr fríggjadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald