2019-02-01 16:24

- Eg ætli mær omanaftur á Vaglið at síggja, tá nýggja kioskin er komin upp at standa, sigur Asta Jacobsen, sum fyri stuttum er flutt inn á Lágargarð at búgva. Asta fegnaðist um, at ein roynd verður gjørd at endurskapa gomlu kioskina.
Asta fekk eisini høvið at heilsa uppá borgarstjóran Anniku Olsen, sum hevði blómur við til Astu. Tær báðar hava eina serliga søgu, tí Asta var fyrsta menniskja, Annika sá, tá hon varð fødd. Asta og mamma Anniku lógu á somu stovu, tá tær fingu ávíkavist Mariannu og Anniku, skrivar Tórshavnar kommuna.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald