Vinna

Eftirløn og skuld hjá føroyingum í mun til onnur lond

...

2021-11-30 12:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Skuldin hjá føroyskum húsarhaldum var 59% av BT?? í 2019, meðan privata eftirlønaruppsparingin var 48% av BT?? sama tíðarskeið. Føroyska húsarhaldsskuldin og privata eftirlønaruppsparingin eru sum partur av BT?? á leið á stødd við miðal hjá OECD-londunum í 2019. 

Í mynd 1 niðanfyri er privata eftirlønaruppsparingin, sum húsarhaldini eiga, víst saman við húsarhaldsskuldini. Bæði tvey eru roknaði í % av BT??. Myndin vísir ein positivan samanhang millum stødd av skuld og stødd á privatari eftirlønaruppsparing, ið merkir, at í teimum londum, har pensjónsuppsparingin er stór, er líkt til at húsarhaldsskuldin eisini er stór.

Danmark hevur hægstu eftirlønaruppsparingina av vístu londunum í myndini; hon er meira enn tvær ferðir støddina av BT??, men donsku húskini hava samstundis eina stóra skuld; hon er omanfyri 100% av BT?? í 2019.

Føroysku húsarhaldini hava til samanbering eina skuld á 59% av BT??, meðan privata eftirlønaruppsparingin er 48% av BT?? í 20191. Í miðal er privata eftirlønaruppsparingin hjá vístu londunum í myndini 57% av BT?? í 2019, meðan miðalið fyri húsarhaldsskuld er 63% av BT?? í 2019. 

Mynd 1. Eftirlønaruppsparing og skuld, % av BT??, 2019

Kelda: Landsbanki Føroya. Viðm.: Ársvøkstur í útlánum frá føroyskum og donskum peninga- og realkredittstovnum til føroyskar kundar, 3 mðr. glíðandi miðal. Millumbanka útlán eru ikki íroknaði.

1) Eftir uppgerð hjá OECD; fyri at gerast samanberligt við OECD lond eru tænastumannapensjónur ikki íroknaðar og hædd er ikki tikið fyri forskatting av pensjónum.

Les meira í frágreiðing Landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 3. ársfjórðingi 2021 her. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder